Leygardagin 18. februar hevði Fysioterapeutfelag Føroya aðalfund fyri limum felagsins.
Forkvinnan í felagnum Augusta Mikkelsen stóð fyri vali og bleiv afturvald. Harafturat bleiv Hjørleif Niclasen afturvaldur at umboða privatstarvandi fysioterapeutar. Tey vera bæði vald í eitt 4 ára skeið.
Tveir tiltakslimir vóru valdir í eitt 2 ára skeið, hesi eru Niklas Reginsson og Rannvá Gray Jørgensen.
Í nevndini í Fysioterapeutfelag Føroya sita 7 nevndarlimir. Hesir eru Augusta Mikkelsen forkvinna, Ingunn Hansen skrivari, Hjørleif Niclasen umboð fyri starvandi, Jóngerð Biskopstø umboð fyri álitisfólk, Ingibjørg Matras, Sólfríð Skoradal og Bjartur Thomsen.





