Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Føroya Bjór byggir út

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Teir grava fyri einum nýggjum brennara, sum skal standa í bygningi frammanfyri verandi høll, har sum hinir brennararnir standa.

Tann nýggi er bara munin størri – hesin er til 6.000 litrar, í mun til teir verandi, sum er til 1.200 litrar. Løgurin verður brendur tvær ferðir fyri at verða nóg reinur.

Tá ið teir gera sterkan løg, verður hann ”brendur” – ella destilleraður á fakmáli og dropadrivin á føroyskum.

Síðani verður ymiskur kryddsmakkur tilsettur fyri at fáa ymsu løgirnar, ið seldir verða.

Henda vinnan er voksin so mikið, at neyðugt var at byggja út, eisini tí Føroya Bjór hevur so nógv ymiskt at bjóða av.