Hearty congratulation on out-Scottishing the Scots!, skrivar virdi Whisky ummælarin Jim Murray í fagnaðar-telduposti til Einar Waag, eftir at hann hevur roynt gyltu droparnar.
Føroya Bjór skrivar enn einaferð søgu, nú teir koma á marknaðin við Whisky, sum teir kalla Einar’s Single Malt Whisky Inaugural Release. Styrkin er 51%.
– Vit hava givið út avmarkaða nøgd av fløskum, ið verða seldar í Rúsunum kring landið. Kostnaðurin er umleið 1.100 kr. fyri fløskuna, upplýsir Einar Waag.
Jim Murray skrivar sera jaligt um góðskuna á nýggja Whisky og tekur samanum við høgum støðumeti.
– 89/100 fo overall quality considering age. Impressive.




