Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya Bjór renning í miðbýnum

Jóhann Lützen

Leygardagin 2. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 22. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu.

Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 2. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:

kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1973-2000) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1963-1972) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1962 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2011 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2008-2010) – 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2005-2007) – 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.2001-2004) – 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 1. juni kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Harleyfacadeacryl