Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya Eftirskúli vitjar Norðlýsið

Næmingar frá Eftirskúlanum

Føroya Eftirskúli hevur verði í norðoyggjum og vitja

Føroya Eftirskúli komu norður at vitja norðoyggjar, men áðrenn vit komu heilt norður vóru vit og vitjaðu Birgir Enni í Leirvík har í vit fingu laks og eina frálíka fiskasuppu.

Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar har vit vitjaðu Klaksvíkar Fornminnissavn har Andrass Sólstein greiddi frá um Klaksvíkar søgu.

Aftaná hesa vitjan fór leiðin til Kunoyar har vit fóru inn til ommu og abban hjá einum næmingi, har vit fingu kakur og pannukøkur. 

Seinni á kvøldið ótu vit eisini døgurða hjá somu familju. Vit yvirnáttaðu í hugnaligu Skótahúsinum hjá NP og fóru dagin eftir á vitjan hjá Norðlýsinum. norðlýsið fortaldi um seg sjálvan um hvussu tey arbeiða, og hvussu blaði kemur út og um teirra heimasíðu, vit fingu so eisini loyvi at skriva hesa greinina.

Á myndini vænta Ólavur, Kamilla, Laurina og Maibritt

Harleyfacadeacryl