Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya elsti bátur á veg heimaftur 

Jóhann Lützen

Síðst í mai legst ein bátur afturat vælumtókta Báta- og listasavninum í Leirvík

 

Hetta er Hvanngarðurin, væntandi Føroya elsti róðrarbátur. Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá Syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt aftaná.  

Hann hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar í næstu viku heimferð sína. 

 

Farma- og grindabátur 

Báturin er eitt tíggjumannafar og slíkir stórir bátar hava ikki verðið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. 
Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest nýttur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir norðuri í Sundum. 
Báturin var eisini nýttur sum ferðabátur av Skálafirði, nú hann væntandi stóð undir Gøtueiði við Skálafjørðin. 

 

Tíggjumannafør 

At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, ið varð gjørd í 1903. Her sæst, at bara 23 tíggjumannafør, umleið 1,5% af øllum flotanum, vóru skrásett og av hesum vóru bert 10 skrásett við árum.  

Í samband við at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og listasavninum Kristi Himmalsferðardagur, 29. mai, frá kl. 15.  

Báturin verður framyvir at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og listasavinum í Leirvík.