Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Føroya Fiskimannadagur – Fer fiskivinnuskipanin eftir løtuvinninginum?

Oliver Joensen

Í gjárkvøldið var sera áhugaverd greining framløgd av Bjarna Arnason frá granskoðaravirkinum NUMO.

Fyrilesturin hjá Bjarna var undirbygdur við nágreiniligum kanningartilfari, ið Numo hevur gjørt um fiskivinnuna, í hesum føri serstakliga við atlitið til húkaflotan.

Bjarni Arason førdi fram, at politiska skipanin var farin eftir lættasta møguleikanum fyri inntøkum til landskassan, við nýggju fiskivinnuskipanini.

Hann førdi fram, at lítið og onki er gjørt fyri at vaksa um “køkuna” við at gera nakað fyri línuskipini og útróðrarvinnuna. Hesin parturin av okkara fiskivinnu er nevniliga tann parturin, ið gjøgnum tíðirnar hevur havt sera stóran týdning fyri allar Føroyar.

Sum dømi sóu vit ein avreiðingarlista úr Norðlýsinum frá 1970, har 28 útróðrarbátar høvdu avreitt á Klaksvík bert í eina viku. Um hetta mundið er eisini ein stórur útróðrarfloti í Fuglafirði, í Leirvík og aðrastaðni í Føroyum.

Tað sum gjørt er higartil fyri hendan flotan, er nærum bert møguleikarnir hjá línuskipunum á Flemish Cap. Bjarni Arason vísti á, at støðan hjá flotanum av línubátum er ikki góð. Frystilínuskipini  hava nøktandi úrslit, ímeðan restin av størru línuskipunum kann ikki vísa á nøktandi avkast.

Eftir frálíku framløguna hjá Bjarna Arason, sat ein eftir við eini hóming av, at politikararnir hava satsa nærum alt upp á inntøkur frá Barentshavinum og pelagiska flotanum.  Fiskiskapurin við Føroyar er nærum fulkomuliga gloymdur í havisjúkuni eftir peninginum hjá teimum, sum tað gongst væl hjá í løtuni. Nærum einki munagott er gjørt fyri nærfiskiflotan. Bjarni eftirlýsti, at fiskiskapurin við Føroyar skuldi vera meira opin fyri vinnuni, soleiðis at vinnan sjálv kundi lagað seg eftir skiftandi fiskiskapi við Føroyar.

Her er eitt potentiali, ið kundi gjørt eitt nú “økiskvotur” óneyðugar, tí við at hugsa meira breitt um hvat vit vilja við føroysku fiskivinnuni, høvdu møguleikarnir fyri burðardyggari fiskivinnu kring um í landinum kunna verið munin betur enn í dag.

Harleyfacadeacryl