Løgtingslimir eru í rættiligum jólahýri í kvøld nú fíggjarlógin er til 3. viðgerð. Ein røð av felagskapum, átøkum, mentanar tiltøkum og enntá onkur bókaútgáva eru í seinastu løtu komnar við á løgtingsfíggjarlógina.
Fyrstu árini hjá Føroya Sjómannadegi í Klaksvík fekk sjómannadagurin 50.000 – 60.000 kr í stuðli frá fiskimálaráðnum. Hettar var meðan Bjørn Kalsø og Tórbjørn Jacobsen vóru landstýrismenn.
Men nú hevur fíggjarnevndin mælt til at seta sjómannadagin á fíggjarlógina við 100.000 kr.
Viðgerin av fíggjarætlanini vísir at flestu tinglimir taka undir við stórum pørtum av fíggjarlógini eftir viðgerina í tinginum.
Sí álit her



