Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya Varaløgkvinna

Tjóðveldi

Føroya løgmaður hevur í kunngerð lýst, at forkvinna okkara Sirið Stenberg, er varaløgkvinna Føroya.

Høgni Hoydal hevur verið varaløgmaður alt samgonguskeiðið. Men nú Sirið Stenberg er vald forkvinna floksins, hevur Føroya løgmaður gjørt eina broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar.

Sirið Stenberg er ikki fyrsta kvinnan í hesum tignarliga sessi, men er fyrsta kvinnan sum ber heitið varaløgKVINNA.

Hjartaliga til lukku góða Sirið.

Bestu eydnu og blíðan byr