Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyabankafólk á rørsludegi

John William Joensen

Leygardagin i farnu viku vóru gott 100 starvsfólk hjá Føroyabanka á starvsfólkadegi í Klaksvík.

Á hvørjum ári skipar áhugafelagið hjá starvsfólkunum í Føroyabanka fyri einum tiltakið fyri starvsfólkunum. Vanligt hevur verið við einum gongutúri onkustaðni í Føroyum, men hesaferð valdu tey at gera tað annarleiðis.
Sunnan úr Suðuroynni høvdu tey fingið spf Vilt at skipa fyri. Vilt hevði lagt programmið, har ein speedbátur, ið kundi sigla 72 sjómíl, lá við keiina á Flesjum, ein stór tipi, sum var 10 metrar í tvørmát var sett upp á kampingplássinum úti í Grøv, og harafturat var skipað fyri mongum ymiskum smákappingum. 

Fólkini í Føroyabanka vóru býtt sundur í 16 lið, ið skuldu kappast hvør móti øðrum, og vinnandi liðini fingu heiðursmerki. 

Heimildarfólk okkara sigur, at dagurin var sera væl eydnaður, og tá dagurin var at enda komin og øll fingu leskiliga súpan í Badmintonhøllini vóru fólk samd um, at dagurin hevði verið super, hóast regnið seinnapartin.