Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyaleikir verða settir í Klaksvík 1. juli

Tekst og myndir: Dávur Winther

Føroyaleikir er ein størri summarkapping har 20 ymiskar ítróttagreinar luttaka. Kappingarnar eru 30. juni – 3. juli. Kappast verður í Klaksvík, Runavík, Vági og í Havn.

Setan fyri luttakarnar í Klaksvík verður fríggjdagin 1. juli kl. 16.30 – Við bátabrúgvarnar.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen heldur røðu.

Elin H. Joensen, ÍSF forseti, heldur røðu vegna ÍSF.

Páll Brim syngur og spælir.

 

Skráin fyri Føroyaleikir í Klaksvík er:

                  Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er FM í Triathlon

                  Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er Styrkilyfting í Spinnarínum

                  Leygardagin 2. juli kl. 14.30 er Vektlyfting í Spinnarínum

                  Sunnudagin 3. juli kl. 14.00 er Kúlulyfting í Spinnarínum

                  Sunnudagin 3. juli kl. 13.00 er Boccia kapping í Badmintonhøllini

 

Sersamband fyri Súkkling og Triathlon, Styrkisamband Føroya og Parasport Føroya skipa kappingarnar.

Á økinum millum EFFO og FK verða hoppiborgir til børnini og ein drekkamunnur til foreldurni. Setanin verður fríggjdagin 1. juli kl. 16.30 – áðrenn FM í triathlon byrjar kl. 18.00.

Ein partur av økinum verður stongt av í samband við setanina og triathlon kappingina.

Neyðug skelti verða sett upp og vaktarhald er í økinum.

 

Kom við til setanina av Føroyaleikum í Klaksvík!