Nógvir klaksvíkingar eru við í kappingini
Hetta vikuskifti verður føroyameistarakapping fyri einstaklingar í billard spæld í Havn. Tilsamans 8 spælarar úr Havn, Klaksvík og av Tvøroyri skulu dystast um FM heitið í 2023. Hesir eru: Ólavur Kjølbro, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Per Hansen allir úr Havnar Billardfelag, Kristian Sune Høgnesen, Urbanus Olsen og Sonhard Johannessen úr Klaksvíkar Billardfelag og Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billarfelag.
Verandi føroyameistari er Páll Heri Nolsøe.
Kappingin verður spæld í billardhølunum í Havnar Klubba seinnapartin í dag og heldur síðani fram allan leygardagin.
Kappast hevur eisini verið um føroyameistaraheitið fyri lið. Havnar Billardfelag gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð í 18 ár.
Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri núverandi føroyameistari í billard fyri einstaklingar.
Føroyameistarar fyri lið í billard 2023 Havnar Billardfelag við Ólavi Kjølbro og Jógvan Jørgensen.
Myndir Billardsamband Føroya/Jan Müller








