Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Føroyameistarakapping í kassastápling

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Nógvar vóru kappingarnar. Omanfyri gamla Roykivirkið var kassastápling á skrá.

Her á myndunum er tað Sólarn Isaksen, sum roynir seg. Hann kom langt upp – 18 kassar kom hann upp og tað sama gjørdu fimm onnur. Men tann, sum gjørdist nr trý, sum eisini kláraði 18 kassar, vann uppá tíð.

Vinnararnir vóru:

Nr. 1. Ólavur Kjølbro (20 kassar, tíð : 4:15)

Nr. 2. Jákup Ziska Simonsen (18 kassar, tíð: 4:47)

Nr. 3. Joan Fríðudóttir Andrésen (18 kassar, tíð: 4:50) 

Tað vóru ikki hissini vinningar:

Vinningur Kassastápling: Føroyameistarin fekk 55” LG Flatskerm frá Elding, virði 5.799 kr.

Silvurvinnarin fekk ein Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.

Bronsuvinnarin fekk gávukort á 1.000 kr. frá Bónus