Kvinnulandsliðið spælir sín seinna dyst hetta landsliðsumfarið. Fyrsta dystin taptu Føroyar 10-0 móti Spania á heimavølli. Nú er útidystur móti Skotlandi á skránni. Skotland verður ikki mett at vera ein gott lið sum Spania, men framvegis eitt lið, sum er stórfavorittur at vinna stórt móti Føroyum.
Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl.19.35 í kvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.




