Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar á odda

faroechess.com

Føoyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta.

Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.


Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði javnt á fjórða borði. Blaðungir telvarar mannaðu aftaru borðini hjá Føroyum í dystinum í dag. Luitjen er 15 ár og Jón 16. John Rødgaard hevði frí í dag.


Hini úrslitini í fjórða umfari í dag:


Monako-Luksemburg 3-1
Kyprós-Guernsey 2-2
Andorra-Kvinnuúrvalslið 4-0
Liktinstein-Malta 2-2


Støðan eftir umfar:
Føroyar 8 stig (dystarstig)

Monako 8 stig
Kyprós 7 stig
Andorra 5 stig
Luksemburg 4 stig
Guernsey 3 stig
Malta 2 stig
Liktinstein 1 stig
Jersey 1 stig
Kvinnuúrvalslið 1 stig

 

 

Monako í morgin


Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er  farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði 1.- og 2. borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar.


Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.