Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar ein Maritimur Tænastudepil

Jóhann Lützen

Føroya Landstýrið hevur víst á týdningin, at menna Føroyar sum ein maritiman tænastudepil.

 

Útsøgnir av slíkum slag eru áhugaverdar hjá nógvum føroyskum tænastuvinnum. Frálandavinnur í okkara nærumhvørvið hava tørv á nógvum og sera fjøltáttaðum tænastum.

Slíkar tænastur eiga føroyskar vinnur sjálvandi, at hava møguleika at veita. Frálandavinnur hava millum annað eisini tørv á kavaratænastum, tá útgerð skal viðlíkahaldast og eftirhyggjast.

 

 

Á filmsbrotinum síggja vit ein av okkara ungu vinnukavarum Marna Ákason úr Vestmanna, sveisa á botni við Langukai, í Klaksvík mikudagin. Marner hevur stóran áhuga fyri vinnukaving og hevur longu avtalu við eina kavarafyritøku um arbeiði eftir lokna útbúgving. Hann er sera spentur, at byrja sítt virksemið í føroysku kavaravinnuni.