Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar endaðu væl á Tórsvølli í ár

Jákup Ósá

Føroyar fingu einasta málið á Tórsvølli í kvøld.

Tað var Rógvi Baldvinsson, sum skallaði eitt hornasparksinnlegg frá Brandi H. Olsen í málið. Hornasparkið kom eftir eitt av mongum álopum, har Jóannes K. Danielsen átti sín part og sami Jóannes bleiv av fleiri, m.a. Sona, valdur til dagsins leikara í sínum fyrsta landsdysti.

Við sigrinum fingu landsliðsvenjarin Lars Olsen og liðskiparin Atli Gregersen eisini sett eitt flott punktum á heimavølli á landsliðnum.