Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar fyri tey útvaldu

Tíðindaskriv frá Giktafelag Føroya

Fleiri landsstýrisfólk hava vissað okkum um, at tað kemur ikki upp á tal við eini støðu, har føroyingar hava A- og B-sjúklingar. Men í dag er hetta veruleiki innan giktaøkið. Har er munur á teimum, sum hava ráð at gjalda og restini av fólkinum.

Fleiri landsstýrisfólk hava vissað okkum um, at tað kemur ikki upp á tal við eini støðu, har føroyingar hava A- og B-sjúklingar. Men í dag er hetta veruleiki innan giktaøkið. Har er munur á teimum, sum hava ráð at gjalda og restini av fólkinum.

Í hesum døgum verður nógv tosað um eitt niðurpínt sjúkrahúsverk, har avbjóðingarnar eru nógvar og stórar. Vit fáa illa tosað fyri øllum trupulleikunum, sum LS hevur, men eingin ivi er um, at innan giktaøkið er trupulleikin væl og virðiliga sjálvskaptur.

Tað hvørki var ella er optimalt, at bert tann eini giktalæknin er í føstum starvi her á landi. Við eini avtalu um privata praksis fekk verandi giktalæknin upp á stutta tíð tó minkað bíðitíðina til serlæknavitjan úr tveimum árum niður í fýra mánaðir. Og best av øllum, so var tá møguligt at koma til akutta viðtalu. Júst hetta er sera umráðandi, tí giktasjúklingar kunnu ongantíð vita, nær sjúkuherðindi veruliga taka dik á seg.

Ein sáttmálatræta, sum í veruleikanum er so lítil, at til ber at loysa hana í eini handavend, legði tó fót fyri privatu praksis’ini.

Giktafelagið hevur verið á fundi við landsstýris- og embætisfólk hjá bæði verandi og undanfarnu samgongu. Bæði í Heilsumálaráðnum og hjá Fíggjarmálaráðnum, har samráðingarrætturin til sáttmálaviðurskiftini er parkeraður.

Tað hevur ikki skortað upp á góð orð, tá hesir fundir hava verið. Allir partar siga seg ynskja eina loysn, og allir partar siga seg ynskja, at hendan kann setast í verk skjótt.

Vit hava eisini ávarað um, at giktalæknin sjálvur neyvan tímdi at sita hendur í favn og bíða, meðan møguleikar fyri fakligari og persónligari menning fara fyri skeyti í politiskum atgerðarloysi. Tí hava vit fleiri ferðir víst á, at verandi støðan fór at bera við sær, at vit í Føroyum fáa A- og B-sjúklingar, har tey við pengum kunnu keypa sær góða viðgerð uttan keðiliga bíðitíð, meðan ”vanligi” føroyingurin má taka til takkar við alsamt vaksandi bíðilistanum á Landssjúkrahúsinum.

”Tað kemur ikki upp á tal, at vit í Føroyum skulu sortera sjúklingar eftir, hvat tey eru før fyri at gjalda!”. Orðini átti Karsten Hansen, tá vit høvdu fund við hann, og bæði Siri Stenberg og Kristina Háfoss vildu avgjørt ikki hava slíkar støður heldur. Undanfarni fíggjarmálaráðharrin sendi bert embætisfólk síni á fundin við okkum, so av góðum grundum kunnu vit ikki endurgeva nakað lyfti frá hansara síðu.

Vit høvdu vónað, at politiski myndugleikin helt orð, so ein loysn kundi fáast á ótolandi viðurskiftunum. Og undir øllum umstøðum roknaðu vit við eini afturmelding av einum ella øðrum slag. Vit kunnu tó bara staðfesta, at vit hvørki hava hoyrt A ella B síðani fundirnar. Ikki somikið sum fundarnotatið, sum vit fingu lovað eftir fundin í Heilsumálaráðnum í januar, er sent okkum. Heldur ikki hóast vit hava rykt eftir tí.

Samstundis hava realitetirnir yvirhálað politisku skipanina. Vit hava í dag privata klinikk, har tilboð um reumatologiska viðgerð og kanningar eisini eru á matarlepanum. Tað er gleðiligt, at vit við hesari klinikk nú aftur hava møguleikan at sleppa til akutta viðtalu við góðkendan giktalækna. Men tað er grátiligt, at samhaldsføstu Føroyar ikki eru fyri øll. At tær ikki eisini rúma eini giktaviðgerð, sum undir verandi kørmum vildi verið tann best møguliga.

Vit kunnu bara aftur og aftur vísa á, at vit við okkara besta vilja ikki duga at síggja nakra skilvísa grundgeving fyri, at eingin loysn verður funnin á sáttmálaøkinum.

· Fíggjarliga vildi ein slík loysn verið munandi bíligari enn miseydnaða royndin við at seta ein eyka giktalækna (bíðitíðin øktist úr 4 upp í 14 mðr).

· Hon er bæði nógv bíligari og nógv betri enn ein loysn við skiftandi konsulentum, sum vit vita, at sjúkrahúsleiðslan hevur arbeitt við.

· Hon gevur møguleika fyri akuttari tilvísing, og er tí avgerandi fyri lívsgóðskuna hjá giktasjúklingum.

· Nøktandi monitorering/uppfylging av giktasjúklingum er fortreytin fyri nýtslu av sonevndum biosimilar heilivági, sum spakuliga eru í ferð við at avloysa dýru sløgini av biologiskum heilivági. Ein loysn á trætuni kann tí í longdini spara landskassanum fyri úti við 10 mió kr. í heilivágsútreiðslum.

· Ein betrað giktaviðgerð gevur í síni heild økta lívsgóðsku, færri sjúkrameldingar, færri fyritíðarpensiónir, færri innleggingar o.s.fr., og hevur tí eina munandi positiva ávirkan á búskapin og føroyska samfelagið sum heild.

· Vónandi hava vit um eitt ár tveir føroyskar giktalæknar í Føroyum. Tað fer at minka um tørvin á privatari viðtalu, men tørvurin hvørvur ikki, og framvegis verður í nøkrum førum alneyðugt at sleppa akutt framat hjá giktalækna.

Ein umbering hevur verið, at sáttmálaviðurskiftini við serlæknar mugu loysast í síni heild og ikki hvør sær innan ymsu sergreinarnar. At tað ikki ber til at gera ymsar seravtalur, fyrr enn komið er á mál við einum samlaðum sáttmála fyri serlæknar. (Samráðingar, sum higartil hava gingið við sniglaferð við á leið tveimum teldupostum um árið!)

Vit kunnu bara vísa á, at tann umberingin er heit luft. Tað finnast í dag seravtalur við eygnalæknar, oyrna-, nasa- og hálslæknar, ortopedar, gynekologar og kirurgar. Í 2012 varð seravtala innan giktaøkið eisini undirskrivað. Henda avtala liggur framvegis á heimasíðuni hjá Heilsutrygd, men hon varð ongantíð hildin frá almennari síðu, og tí er verandi støða íkomin. Serlæknafelagið hevur enntá á fundi við okkum og Heilsumálaráðið staðfest, at tey ikki vilja forða fyri, at fyribils seravtala verður gjørd innan einstakt øki, meðan bíðað verður eftir endaliga høvuðssáttmálanum.

Vit hava víst tol. Vit hava roynt at toga partarnar til samráðingarborðið. Vit hava roynt at fáa eina fyribils loysn, sum kann bøta um støðuna, til endaliga loysnin er funnin. Vit hava eisini víst á, at ein loysn kann spara landskassanum fyri fleiri milliónir krónur um árið.

Men vit hava einki hoyrt aftur. Vit hava einki sæð til, at bara ein lítil vilji er til at loysa knútin, og enn sum áður kunnu vit bara gita og illgita um, hvørji motivini eru fyri at halda føroyskar giktasjúklingar sum gíslar í einum máli, sum langt síðani var avgreitt, um almennu Føroyar bara hildu gjørdar avtalur.

Fakta er, at vit í dag hava eina nógv verri tænastu til giktasjúklingar, enn vit høvdu fyri 34 árum síðani.

Í 1982 var ein giktalækni – tað sama er galdandi í 2016, men í dag hevur giktalæknin frásagt sær ábyrgdina av økinum.

Í 1982 var avtala um privata praksis, sum kompenseraði fyri læknamangul – slík avtala er ikki í 2016

Í 1982 var heitur hylur á Landssjúkrahúsinum, har endurvenjing kundi fara fram – í 2016 er hylurin óvirkin á 9. ári.

Í 1982 vóru 10 seingjarpláss á B6 allokerað/avløgd til giktasjúk – í 2016 er talið 0

Í 1982 hevði giktaambulatorium egin høli – Í 2016 eru hølini til helvtar í stødd, og verða eisini nýtt av øðrum sergreinum