Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar gjørdu einki við Danmark

Jákup Ósá

Tað var stórur munur á liðunum í Aalborg í kvøld, tá Danmark vann tryggan 3-0 sigur móti Føroyum.

 

3-0 var ikki ov nógv í mun til dystargongdina. Danmark spældi fyri at vinna bólkin og rakti fleiri ferðir stengurnar umframt at skora tríggjar ferðir. Hetta gjørdist tí ein av dystunum, har Føroyar høvdu tað trupult. Hóast Føroyar fingu 7 stig og høvdu eina málúrtøku á 10-20, so endaðu Føroyar aftast í bólkinum.

 

KÍ leikararnir Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclassen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð spældu allir frá byrjan.