Lagið í føroyska hópinum er gott undan dystinum í Parkini í annaðkvøld. Fyri løtu síðani endaði venjingin hjá føroyingunum og allir leikarar tykjast klárir. Undantikið Brandur H. Olsen, sum hevur leikbann.
Frá KÍ eru Odmar Færø, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð við. Har er Odmar Færø heilt vist við frá byrjan, meðan tað er meira óvist, hvussu verður við hinum báðum, men helt er møguleiki fyri, at í øllum førum annar byrjar inni nú Brandur hevur leikbann.
Dysturin í Parkini byrjar kl. 19.45.


