Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar hava skorað – men Spania svaraði aftur

Jákup Ósá – Myndir: Tróndur Ellingsgaard

Føroyingar hava skorað á Tórsvølli.

Eftir hornspark í 5. minutti skallaði Sergio Ramos bóltin í málið til 1-0. Talan hevur annars verið um eina góða føroyska byrjan, har liðið hevur verið í fleiri góðum álopsstøðum og eisini havt góðar deyðbóltsstøður.

 

Annars er gott veður og Skansin setur dám á fullsetta Tórsvølli.

 

20 min.: Jesus Navas skorar til 2-0, har Spania spælir føroyska liðið av vøllinum eina løtu. Nakað frammanundan var Spania eisini nær við. Ikki besta byrjanin. 

30 min.: So skoraðu Føroyar. Brandur H. Olsen legði hornaspark innfyri, Odmar Færø skallaði og inni í 5-metrinum fekk Klæmint A. Olsen stýrt bóltinum síðsta pettið í málið. Eitt ”typist” Klæmint mál. 

33 min.: Spania svarar skjótt aftur. Eitt skot endar á stongini, kemur út aftur á málverjan Teit M. Gestsson, sum er óheppin og kemur at gera sjálvmál.