Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstuðli

Jóhann Lützen

Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni hevði orðið á búnaðarstevnuni, har hann millum annað greiddi frá korunum hjá føroyska landbúnaðinum

 

Landbúnaðarstevna er í Varpinum í dag. Á skránni eru nógvar áhugaverdar framløgur og seinni verður eisini politiskt kjak. 

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni hevði funnið fram stuðulin pr. íbúgva, sum lond kring okkum lata til landbúnaðin og síðani vísti hann eisini føroyska talið. 

Tað fór sum eitt suð ígjøgnum salin, tá hann vísti at føroyski landbúnaðarstuðulin einans er 364 kr. pr. íbúgva. Hetta talið er munandi minni enn hjá londum vit vanliga samanbera okkum við, sí mynd omanfyri. 

Tróndur vísti eitt nú á at allur stuðulin sum Írland letur til sín landbúnað kemur frá ES.