Spæla vit føroyingar okkara kort rætt, kunnu vit varðveita okkara góðu viðurskifti við Russland uttan at gera nakran í NATO firtnan. Søgan um fremmand hervald í Føroyum í 20. øld er ikki bert ein søga um bretska innrás og bumbumál. Hon er eisini ein søga um týðandi útbyggingar av føroyska samfelagnum í kjalarvørrinum av hernaðarútbyggingunum, og er samstundis søgan um, at fólkið í Føroyum ikki hevur gjørt seg til fígginda hjá nøkrum.
Herfyri fór ein mynd av einum kavbáti á Borðoyarvík sum rótasúpan á sosialu miðlunum, fyrst og fremst av bólkinum “Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum” á Facebook. Hendingin fór fram í 1917, og Norðlýsið var á staðnum og skrivaði um hana. Í blaðnum frá 2. november 1917 stendur, at Den Skade, den havde paadraget sig, var saa alvorlig at de ikke var færdige at udbedre den, da Undervandsbaaden af Hensyn til Neutralitetsreglerne hen paa Eftermiddagen sejlede afsted igen.”
Her síggja vit, at Føroyar hava havt eina uttanveltaða støðu, ið varð vird av punkt og prikkar fyri gott og væl hundrað árum síðani. Um sama mundið elvdi sokallaða “Adressumálið” til mikið rumbul í Føroyum, og ein av orsøkunum hevur verið at fingið vørur úr Bretlandi, ið ikki var uttanveltað. Hans Andrias Sølvará hevur lýst hetta út í æsir í síni bók um Adressumálið, og tað skal tí ikki viðgerast nærri her.
Tá ið vit koma fram til seinna heimsbardaga, er tað ikki longur í okkara hondum at vera uttanveltað. Danmark verður hersett av Týsklandi 9. apríl, og longu 12. apríl eru bretskir destroyarar í Føroyum og vit koma undir bretska herseting. Nú er greitt, at tað ikki er gjørligt at standa uttanfyri longur, hóast føroyingar ivaleyst ynsktu tað, og helst høvdu viljað, at als onki kríggj var.
Tað gav eisini at bíta. Undir 2. heimsbardaga vórðu Føroyar bumbaðar fleiri ferðir, og eisini Klaksvík fekk sín part av bumbum, ið m.a. raktu skip liggjandi við kai í býnum. Roknað verður við, at 205 føroyskir sjómenn mistu lívið undir krígnum. Hetta heilt uttan at føroyingar nakrantíð høvdu bjóðað nøkrum av í kríggi. Stórveldini spurdu ikki nakran eftir, áðrenn tey tóku landaøki.
Men vit fingu eisini ávísar ágóðar. Beinleiðis avleiðingarnar komu av útflutningi, ið førast skuldi um vandasjógv. Føroyingar uppvunnu sera nógvan pening á bók við at selja fisk. Men eisini tann størsta útbyggingin av føroyska samferðslukervinum, flogvøllurin í Vágum, varð bygdur av bretum og einans vegna 2. heimsbardaga. Søgur ganga um, at bretar høvdu ætlanir um at byggja ein flogvøll afturat úti í Svínoy, men so endaði kríggið.
Nakað eftir 2. heimsbardaga var greitt, at vit ikki longur sluppu at vera uttanveltað. Heimurin klovnaði í tvíningar, í eystur og vestur. Ein “triði heimur” var, men hann var sera fjarskotin frá Føroyum. Vit noyddust at fara í annan partin, antin í NATO, ið varð tað upplagda, ella í Warzawa-samgonguna, ið vit heilt víst ikki høvdu sloppið, um vit vildu. Endin var, at ríkisumboðsmaðurin Hans Hedtoft innlimaði Føroyar í NATO í 1952.
Mótmælini úr Føroyum vóru mong og stór. Ikki bert tí at ávíst sympati gamaní var við kommunismuni og marxismuni eystanfyri, men serliga millum loysingarfólk, ið ikki sóu nakrar fyrimunir við at hanga uppi í Danmark í hernaðarmálum. Tvørturímóti staðfesti Løgtingið í 1970 eina longu gjørda samtykt um, at Føroyar skuldu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur, og nógvar mótmælisgongur vóru ímóti NATO-útbyggingunum á Sornfelli, serliga í 1970’unum.
Hinvegin fingu vit aftur tá ávísar fyrimunir. Onkur hevur nevnt fólkapensiónina sum ein óbeinleiðis fyrimun av at leggja landaøki til hernaðarligu útbyggingararnar á Sornfelli og í Mjørkadali, og eitt annað dømið kundi verið Oyggjarvegurin, ið knýtti norðara og syðra partin av landinum saman í 1966. Leingi varð tað rópt at “fara eftir Oyggj” at koyra til og úr Suðurstreymoy eftir oyggjarvegnum.
Politikarar sum til dømis Jacob Vestergaard og aðrir við kunnu valla lastast fyri at vilja hava nakað afturfyri loyvið at seta radara upp í Føroyum. Tvørturímóti hava Føroyar fingið nakað afturfyri, tá ið vit hava lagt landaøki til hernaðarlig endamál, eisini hóast vit als ikki vildu hava hernaðarútgerð í Føroyum í heila tikið. Og vit skulu eisini rokna við at fáa vælvild aftur hesa ferð, eisini hóast vit kanska ikki beinleiðis krevja hana.
At radarin kemur, man neyvan nakar ivast í longur. Tá ið vit áður hava verið hersett ella fingu radara settan upp, vórðu vit ikki spurd eftir. Tað verða vit nú, hóast tað helst bara er spæl fyri gallarínum. Og tað er í fínasta lagi, at mótmælini eru, og at tey hoyrast.
Undir størsta partinum av Kalda Krígnum stóð ein radari á Sornfelli. Dyggiliga varð tá, eins og nú, ávarað um, at hann fór at gera okkum til bumbumál. Men tað hendi ongantíð. Tvørturímóti høvdu vit tá sum nú góð viðurskifti við russar. Ein orsøk til hesi góðu viðurskiftini hevur uttan iva verið, at Sovjettsamveldið tá væl sá, at føroyingar ikki vórðu spurdir eftir um radaran. At NATO umvegis Danmark bara legði hann í Føroyum, hóast Føroyar høvdu samtykt at vera uttanveltað. Kreml visti fullvæl, at føroyingar ikki vóru fíggindin.
Vit kunnu røkka sama narrativi nú. Senda vit signal til umheimin um, at tað er ikki eftir føroyskum ynski, at nakar radari verður settur upp her, so er ongin orsøk til, at russar skuldu fingið illvilja móti føroyingum. Russarar eru fullgreiðir yvir, at um NATO umvegis Danmark vil seta eina herstøð her, so gera teir tað. Og russarar vita eisini, at føroyingar ikki eru teirra fíggindar. Samstundis senda vit signalið til NATO um, at vit vildu helst verið frí, men at vit góðtaka radaran í vón um, at hann eisini verður okkum til fyrimunar, og ikki bara beinleiðis.
Í 2020 vitjaði Carla Sands, amerikonsk sendikvinna, í Klaksvík, og segði í samrøðu við Norðlýsið, at amerikanarar høvdu stóran áhuga í at knýta bond við føroyingar, bæði vinarbond og handilsbond. Serliga fiskurin hevði hennara áhuga. Samstundis undirstrikaði hon greitt, at ongar herstøðir ella flotastøðir verða gjørdar við amerikanskari hjálp í Føroyum. Tað er tí onki, ið bendir á, at vit verða meira útsett, enn vit vóru við gamla radaranum, ið ikki gjørdi okkum til bumbumál.
Spæla vit okkara kort rætt, kunnu vit koma burturúr radaramálinum uttan nakran fígginda. Og við framhaldandi góðum viðurskiftum við bæði NATO og Russland.
Carla Sands váttar fyri Norðlýsinum, at ongin flotaherstøð er í umbúna at gera í Føroyum.
Tað var í juli í 2020, at amerikanska sendikvinnan vitjtaði í Føroyum.





