Eins og í 1990, so fekk ein klaksvíkingur stóran leiklut, tá Føroyar skoraðu mál í Parkini móti Danmark.
Hesaferð var tað Jákup B. Andreasen, sum átti uppleggið við góðum innleggi, sum Klæmint A. Olsen hegnisliga skallaði í danska málið. Tá kókaði í Parkini millum føroysku áskoðararnar, sum eisini stóu væl fyri aftanfyri málið, har málið kom. Tá var 2-1 og tað kom fjáltur á heimaliðið eina løtu. Men í yvirtíðini skoraði Danmark aftur til úrslitið 3-1.
Mánadagin spæla Føroyar í Ísrael síðsta dystin í hesi undankappingini.




