Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar vunnu fyrsta dystin Í EM-undankappingini

Jákup Ósá

Í dag byrjaði EM-undankappingin hjá U19-gentum.

FSF skrivar:

U19 genturnar byrjaðu EM undankappingina við einum sterkum avriki og 3-1 sigri móti vertstjóðini Litava
Tað gekk báðar vegir í fyrra hálvleiki, og eitt nú bjargaði Gunnvá Lützen einum brotssparki, tá umleið hálvur tími var spældur
Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv hornaspark, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal
Stutta løtu seinni økti Rakul Sørensen við einum frálíkum langskoti til 3-0, og hóast litavar minkaðu um munin stutt fyri leiklok, so kundu føroysku genturnar fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl
Føroyar skulu aftur í eldin fríggjamorgunin, og tá er mótstøðuliðið Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein