Nú Henning Kjeldsen hevur selt meginpartin av sínum kvotum, er føroyski Gullak Madsen í Hirtshals “den nye, uofficielle kvotekonge”, skrivar Nordjyske. Aðrir føroyingar eiga eisini nógv í donsku fiskivinnuni. Gullak Madsen eigur 6,5% av umsetiligu kvotunum.
7 av teimum 10 størstu eigarunum eru búsitandi í Norðurjútlandi, teir flestu í Hirtshals. Hinir 3 eru eisini búsitandi í Jútlandi, nevniliga John-Anker Hametner Larsen, Bo Johansson og Leif Johansson. Síðstnevndu eru upprunaliga sviar og eiga Astrid Fiskeri A/S í Skagen. Harvið hava teir keypt seg til virðir fyri 1,2 milliardir, ið er helvtina av tí, Henning Kjeldsen seldi fyri.
Tann størsti kvotueigarin var tó Birthe Kjeldsen, sum er kona Henning Kjeldsens, og sum eigur næstmest av hinum høvuðsslagnum av donskum kvotum, teimum sokallaðu FKA-kvotunum. Her eitur størsti eigarin Kim Folmer Pedersen, og bæði hann og Birthe Kjeldsen eru blivin dømd fyri at hava verið ávikavist strámaður og strákvinna fyri Henning Kjeldsen, sum nú vil úr vinnuni. Tað er eisini galdandi fyri Johnni Munksgaard, ið eins og tey bæði er á topp 10-listanum yvir størstu FKA-kvotueigararnar.
Fyrr í ár vóru Henning Kjeldsen og Gullak Madsen ávikavist nr. 4 og nr. 7, tá tað kom til at eiga fiskivinnufyritøkur við mest peningi.
Topp-10 yvir eigarar av donskum IOK-kvotum, t.e. umsetiligum kvotum (prosent):
Gullak Madsen 6,5
Fríðalvur Tindskarð 5,3
Rói Magnusen 5,2
Fríði Magnusen 5,2
John-Anker Hametner Larsen 5
Karsten Mølgaard 4,8
Lise Bjørn Jørgensen 4,8
Henning Kjeldsen 4,2
Bo Johansson 3,5
Leif Johansson 3,5
Tá tað kemur til FKA-kvotur, er myndin hendan (ognarlutur í prosentum):
1. Kim Folmer Pedersen 3,7
2. Birthe Kjeldsen 3,6
3. Tamme Bolt 3,3
4. Valter Vendelbo 1,9
5. Johnni Munksgaard 1,7
6. Kurt Adsersen 1,7
7. Poul-Erik Rom 1,6
8. Ejvind Rom 1,6
9. Svenn Gasberg Grønkjær 1,6
10. Jens Frich 1,5
Kelda til tølini: Fiskeristyrelsen.
Kelda til grein: Nordjyske.



