Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar gleðast við landsliðnum

John William Joensen

Vit hava havt tað trupult í seinstu dystunum móti Italia og Skotlandi – men vit hava endurvunnið respektina fyri føroyskum fótbólti.

Tað var óivað dysturin hjá Italia, sum enn sat í beinunum, tá dysturin á Svangaskarði byrjaði.
Hóast kringumstøðurnar neyvan áður hava verið so góðar til føroyskan landsdyst á Svangaskarði, so virkaðu føroysku leikararnir at vera alt ov varnir í fyrra hálvleiki.
Einki av trýstinum, sum vit upplivdu ímóti Italia var at síggja frá føroysku síðuni, og ístaðin vóru føroyingar trýstir aftur í brotstegin av skotum.
Fyrsta málið kom eftir eitt beinleiðs fríspark, sum Shaun Maloney úr Aston Villa setti í netið. Bólturin varð skotin upp um múrin og beinleiðis í málið.
Tíggju minuttir seinri var tað Garry O’Connor, sum slapp at seta bóltin í føroyska málið. Fyrst bjargar Jákup men tá eingin í miðverjuni tykist at vera vakin, sleppur O’Connor at avslutta og so var støðan 2-0 til skotar.
Nú sá ikki gott út og restina av hálvleikinum sótu skotar tryggir á bóltinum.
Broyting
Tað hevur óivað verið munur á stemmninginum í teimum báðum umklæðingarrúmunum í hálvleikinum.
Skotar, sum lítið og einki høvdu sæð til føroyska liðið, hava óivað sitið og práta um skemtiligar hendingar og góðar støður í fyrra hálvleikið og beint áðrenn farið verður aftur á vøllin hevur venjarin biði teir hugsað um at halda fram við fótbóltsspælinum – tó uttan at nakar leikari hevur tikið sær av formaningini.
Í hinum umklæðingarrúminum á Svangaskarði hevur óivað friður valdað. Allir greiðir yvir at setningurin fyri fyrra hálvleik als ikki var náddur.
Venjarin hevur óivað sagt okkurt um at um vit ikki taka okkum saman so er vandi fyri stórtapið og allir hava lurta meðan hann hevur mint teir á útgangsstøði til dystin.
Alt hetta kunnu vit sjálvandi bara gita um – men seinri hálvleikur gevur eina ábending um hetta sum vit kenna so væl frá øðrum altjóða dystum á heimavølli.
Skotar hildu seg nú vera omaná – meðan føroyingar vóru málrættaður – og tað er rætt – tó uttan mál.
Baði stong og tvørliggjari foraðu fyri at føroyska liðið vann dystin.
Skotland var redusera til eitt gement fótbóltslig, sum øll kunnu buka og okkara menn vístu hvussu langt føroyingar eru komnir síðan Landskrona.
Við flótandi spæli av tøttum sendingum spældu okkara men seg heilt in í skotska brotsteing, men mál fingu vit eingi.
Ein uppteljig vísir at umframt træverkið hevði skotski málverjin einans tríggar bjargingar í øllum dystinum og tað er ov lítið.
Samanumtikið eigur landsliðið, saman við landsliðsleiðsluni rós uppiborið fyri teir báðar landsdystirnar – vit vilja spæla fótbólt – og tað er ein fragd at síggja.

Best av øllum er tó positivi andin, sum nú er at merkja í og kring føroyska fótbóltslandsliðið.

Koyr á Føroyar