Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar kunnu drepa grind – sjálvandi

Danial Viðoy

Tað sigur danskur politikkari úr danska Vinstraflokkinum.

Tað sigur danskur politikkari úr danska Vinstraflokkinum.

Vinstraflokkurin tykist vera sera føroyavinarligur tá ið umræður grindadráp føroyinga. Thomas Danielsen, sum er orðførari í Føroyamálum fyri Vinstra, er heilt róligur, hóast alheims trýst frá nógvum londum og bólkum.

– Vit síggja eisini nógv blóð, um vit fara á eina slátingarmiðstøð, har svín verða dripin. Tað sæst eisini nógv blóð, bert um vit skera okkum í fingurin.

– Vit eru í einum ríkisfelagsskapi við Føroyar og Grønland, við teimum mentanum, sum hesi londini hava.

– Vit viðurkenna eisini 1000-ára gomlu traditiónina við grindadrápi, eins og vit viðurkenna at grønlendingar drepa kóp. – Ongin stovnur av hesum verður hóttur og hetta er eingin ovurframleiðsla, ella líknandi. Hetta er ein bátur sum finnur eina grind tætt oyggjunum og grindin verður rikin til lands til sláturs.

Orðførarin leggur doyin á, at hetta als ikki er nakar hóttur hvalastovnur. Tað er bert ein evarska lítil brotpartur av stovninum, sum verður dripin í Føroyum um árið.

Sjálvandi skal hesin siðsøguligi siðurin halda áfram.