Teir báðir Josva Meinhard og Michael Louis, sum eru hálvir føroyingar, luttaka í ár í Danmark har talent. Saman við donsku vinkonuni kalla tey seg ”The Swaggers”.
Teir báðir Josva Meinhard og Michael Louis, sum eru hálvir føroyingar, luttaka í ár í Danmark har talent. Saman við donsku vinkonuni kalla tey seg ”The Swaggers”.
Í ovurmorgin, leygarkvøldið klokkan 20.00, verða hesi at síggja á kenda pallinum.
Tað heila byrjaði annars við føðingardegnum hjá mammu Josva og Michael. Tá sungu hesi trý fyri henni, og hetta gjørdist so statt byrjanin upp á eitt satt ævintýr hjá ”The Swaggers”.
Hendan dagin fylgdi eitt sjónvarpslið teimum til tess at varpa ljós á filipinarar í Danmark.
Eftir sangframførsluna heitti sjónvarpsliðið staðiliga á tey, um at melda seg til ”Danmark har talent”.




