Martin Zachariasen, ið er føroyingur og rektari á IT-Universitetinum er vorðin tilnevnudur til nýggjan lim í stýrinum fyri Finanstilsynet. Hansara serøki er dátugreining og cyber-váðar, og Martin Zachariasen byrjar í stýrinum 1. juli 2021. Tað er Simon Kollerup, vinnumálaráðharri ella erhvervsministari, sum tað eitur, ið hevur peikað á Martin Zachariasen til sætið.
Forkvinnan í stýrinum í Finanstilsynet, Nina Dietz Legind, letur væl at Martini og sigur ”Det er med stor glæde, at vi nu får Martin Tvede Zachariasen ombord i Finanstilsynets bestyrelse. Martin har indsigt i dataanalyse og cyberrisici, områder der bliver stadig mere relevante for Finanstilsynet at have stærke kompetencer indenfor, og derfor er han det helt rigtige valg”.
Martin Zachariasen er bachelorur frá Fróðskaparsetrinum, og gjørdist seinni bæði kandidatur, ph.d. og dr. scient. frá Datalogisk Institut på Københavns Universitet, og sum um tað ikki var nokk, so hevur hann eisini Master-útbúgving í Public Governance fra CBS, t.e. Copenhagen Business School, fyrrverandi handilsháskúlin. Hann hevur áradrúgvar royndir við gransking í kunningartøkni, og hevur bæði verið professari og institutleiðari á Københavns Universitet, eins og dekanur á náttúruvísindaliga fakultetinum á Syddansk Universitet.
Martin er fyrsti føroyingur at gerast stýrislimur í danska Fíggjareftirlitinum.
Kelda: https://www.finanstilsynet.dk/Nyheder-og-Presse/Pressemeddelelser/2021/Nyt_bestyrelsesmedlem_230621



