icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk húsarhald áttu við árslok 2023 slakar 13 mia. kr. í privatari eftirlønaruppsparing

Landsbanki Føroya

Føroysk húsarhald áttu við árslok 2023 privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 10 mia. kr. Afturat privatu eftirlønaruppsparingini í Føroyum eiga føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr.

 

Føroysk húsarhald áttu við árslok 2023 privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 10 mia. kr. Samlaða eftirlønaruppsparingin vaks ikki í 2022 í mun til 2021 vegna kursfallið í 2022, sí mynd 1.

Av teimum 10 mia. kr. standa 1,8 mia. kr. í føroysku bankunum, sum longu eru forskattaðar, og harafturat standa 600 mió. kr. í føroysku bankunum, sum skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini. Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum eiga føroyingar 4,6 mia. kr. sum longu eru skattaðar, og 3 mia.kr., sum skulu skattast við útgjald.

Afturat privatu eftirlønaruppsparingini í Føroyum eiga summir føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr. tilsamans, men henda upphædd er higartil bert gjørd upp fyri árið 2022.

Verður mett, at føroyingar framvegis eiga áleið 2,8 mia. kr. uppspardar í donskum pensjónsfeløgum í 2023, kann samlaða privata eftirlønaruppsparingin í 2023 metast til at vera áleið 12,8 mia. kr.