Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Miðlafólk skipað nevndina

Tíðindaskriv

Jón Brian Hvidtfeldt heldur fram sum formaður, og aðrir nevndarlimir vórðu somuleiðis afturvaldir. Umframt at verja áhugamálini hjá limunum er uppgávan hjá Føroyskum Miðlafólkum at styrkja miðlalandslagið

Føroysk Miðlafólk hava á fyrsta fundi eftir aðalfundin um vikuskiftið skipað nevndina. Jón Brian Hvidtfeldt heldur fram sum formaður og Øssur Winthereig heldur fram sum næstformaður. Uni Arge er skrivari, Sólvit Nolsøe kassameistari og Beate L. Samuelsen nevndarlimur. Tiltakslimir eru nú Jens Hákun Leo og Jens Kristian Vang.

Føroysk Miðlafólk hevur sáttmála við privatu fjølmiðlarnar, men felagið hevur eisini fleiri limir í starvi í almenna Kringvarpinum, umframt at fleiri fríyrkisfólk eru limir í felagnum.

Fremsta uppgávan hjá Føroyskum Miðlafólkum er at verja áhugamálini hjá limunum. Men felagið sær tað eisini sum sína uppgávu at vera við til at styrkja og menna føroyska miðlalandslagið.

Ávísar rembingar fara fram í føroyska miðlaheiminum í hesum døgum. Øðrumegin er politiskt ynski um at styrkja fjølbroytnið í føroyska miðlalandslagnum, og eitt ítøkiligt stig tann vegin er Miðlastuðulsnevndin, sum fyri stuttum á fyrsta sinni býtti út stuðul til privatar miðlar. Hinumegin er afturvendandi diskusjónin um leiklutin hjá almenna Kringvarpinum. Aktuella lógaruppskotið um at slíta tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir elvdi til nógv kjak, og summi hava síðani skotið upp at stovna eina nýggja, almenna útvarpsstøð fyri at økja um fjølbroytnið í tíðindaflutninginum.

Føroysk Miðlafólk gjørdi í fjør eina umfatandi kanning av føroyska miðlalandslagnum. Kanningin vísir á stórar avbjóðingar fyri journalistiska yrkið. Ein stórur bólkur av fólki við journalistiskari útbúgving ger okkurt annað enn arbeiða sum journalistar á einum fjølmiðli. Útskiftingin á redaktiónunum er stór, og samlaða talið av journalistiskum størvum er minkað munandi síðstu 10 árini. Tað gongur út yvir støðufestið á redaktiónunum.

Við aktuellu støðuni í huga fer Føroysk Miðlafólk í næstum at skipa fyri almennum pallborðsfundi um miðlar og miðlalandslagið. Nærri verður kunnað um fundin fyrsta dagin.

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl