Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroysk veðurstøð tekur støði í Føroyum

Jóhann Lützen

Fríggjadagin handaði Veðurmenningarbólkurin (VMB) landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, eina frágreiðing um, hvat skal til fyri at fáa eina føroyska veðurstøð

Ein av teimum í VMB, er veðurmaður okkara á Norðlýsinum, Hanus Kjølbro. Vit spurdu hann um hesa frágreiðing, hvat tað snýr seg um.

–        Frágreiðingin er eitt tilmæli, hvat skal til fyri at fáa eina føroyska veðurstøð. Landsstýrismaðurin setti ein bólk við 5 fólkum at gera hetta álitið.

Hvussu vóru júst tit vald til hetta?

–        Vit vóru ikki vald sum so. Tað byrjaði við ódnarveðrinum um jóltíðir í 2016. Tá vóru tað 4-5 ódnir, sum raktu Føroyar millum jól og nýggjár. Eingin føroysk veðurstøð var at venda sær til, so einasti miðil, sum helt fólk vitandi um, hvussu leikur fór, var facebook-vangin hjá mær og so telefonin hjá Alix, og hann býr í Danmark.

 

Vit tosa so saman eftir árskiftið, at ein føroysk veðurstøð átti at verið til. Alix er sera produktivur og fær nógv at henda, so áðrenn eg visti, var hann farin í gongd at skriva eitt skriv til avarandi landsstýrismann. Vit meylaðu so skrivið aftur og fram ímillum okkara í eina tíð, og í apríl í 2017 fingu vit fund við landsstýrismannin.

Hvussu vóru tit móttiknir í Fiskimálaráðnum?

Landsstýrismaðurin var positivur fyri tankanum og setti okkum báðar í ein bólk, sum fekk navnið Veðurmenningarbólkurin – stytt VMB. Saman við okkum báðum kom Bárður Niclasen, sum er lektari í alisfrøði á Fróðskaparsetrinum, Jóannes Heimistovu, sum er samskipari hjá Vørn og Andras Marr Poulsen, sum arbeiðir í Tilbúgving Føroya.

 

Vit máttu bíða eftir einari eykajáttan, áðrenn vit sluppu í gongd, og hon kom ikki fyrr enn í fíggjarlógini fyri 2018. Vit fóru so ígongd í juni í fjør, also 2018. Miðjað var eftir, at vit skuldu vera lidnir við eina fyribils frágreiðing 1. oktober. Tað megnaðu vit – fyribils frágreiðinging varð handað fyrst í oktober í fjør – og nú var tann endaliga frágreiðingin handað landsstýrismanninum.

Hvat ger ein slíkur arbeiðsbólkur?

Vit settu okkum í samband við øll møgulig í vinnuni, hvat tey ynsktu at ein føroysk veðurstøð skuldu klára og fevna um. Talan er um vinnu á landi og sjógvi og í luftini. Somuleiðis hava vit verið í sambandi við almennar myndugleikar í Føroyum. So vit hava tosað við nógv fólk kring alt landið.

 

Vit hava eisini verið á vitjan hjá m.a. meteorologiskum instituttum í Danmark og í Norra, hvørja tænastu tey kunnu veita einari føroyskari veðurstøð í framtíðini. Sum tað er á okkara døgum, er økið kring Føroyar væl dekkað av nógvum góðum veðurstovum.

Eru ikki nóg nógvir møguleikar at finna útav longu nú, hvussu veðrið er í Føroyum? Eg kann bert fara inn á mína telefon, og so havi eg fleiri møguleikar?

Jú, tað er rætt, sum tú sigur. Atgongd er á netinum til nógvar upplýsingar um veðrið á okkara leiðum. Men hesar veðurstovur eru útlendskar, og tær hava ikki í nóg stóran mun tikið hædd fyri, hvussu ymiskt veðrið er í Føroyum – tær taka ikki atlit til fjøll, hvussu høg tey eru og hvønn veg tey venda o.s.fr. At fáa hetta gjørt kallast down-scaling , og tað er hetta, sum fer at seta stóran dám á arbeiðið hjá einari føroyskari veðurstøð.

 

Vit hava eisini hugsað nógv um miðling av veðrinum – hvussu hetta verður varpað til allar føroyingar. Vit hava fingið góð ráð, tá ið vit vóru inni á gólvinum hjá DR og TV2 – eisini hava vit hugt eftir, hvat t.d. BBC ger. Kringvarpið hava vit eisini tosað við.

 

Hvussu er nú, nær fer tann føroyska veðurstovan í gongd?

–        Tað er ein polittiskur spurningur. Hóast frágreiðingin og tilmæli eru gjørd, so hava vit enn okkurt eftir at gera. Men um – og nær – ein føroysk veðurstova fer í gongd, er nú upp til politikkarar at gera av.

Harleywoodpaint