Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska seyðahundalandsliðið er úttikið til altjóða kappingar í 2025

Føroya Seyðahundasamband

Føroysku hundarnir klára seg vanliga væl so hetta er eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri seyðahundinum er vaksandi og støðið innan seyðahundavenjing, í Føroyum, er í støðugari menning

 

Føroyska landsliðið við seyðahundum er nú úttikið, og mannað, við fleiri dugnaligum førarum og hundum, sum skulu umboða Føroyar í tveimum stórum altjóða kappingum í 2025: Norðurlandameistarakappingin (NM) og Europa meistarakappingin (EM).

Føroysku hundarnir klára seg vanliga væl so hetta er eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri seyðahundinum er vaksandi og støðið innan seyðahundavenjing, í Føroyum, er í støðugari menning.

Liðið, ið skal umboða Føroyar, er mannað við hesum førarum og hundum:

  • Tummas Jacobsen við Moss.
  • Anna Sofía Fjallheim við Midge.
  • Jónstein Petersen við Gripur.
  • Tummas Jacobsen við Linn.

 

Kappingarnar verða hildnar hesar dagar:

  • NM í Noregi: 29. til 31. august 2025
  • EM í Kekkia: 18. til 21. septembur 2025

 

Vit ynskja øllum luttakarunum bestu eydnu og gleða okkum at fylgja teimum.

Harleywoodpaint