Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyskir serfrøðingar dumpa danskar búskaparfrøðingar

Johnny í Grótinum

Ein nógv umrødd frágreiðing um sundurskiljing av Føroya Tele samtakinum er dumpa upp á forhond av føroyskum serfrøðingum, ið hava eftirmett frágreiðingina. Donsku búskaparfrøðingarnir handan frágreiðingina fáa nógvar ákoyringar frá føroysku serfrøðingunum.

Fyri tveimum árum síðani var rok kring Føroya Tele, har forstjórin og nevndarformaðurin søgdu seg úr starvi í kjalarvørrinum av poltiskum inntrivum í skipanina av samtakinum. Niðurstøðan av tí tilgongdini bleiv, at forstjórin tók uppsagnina aftur og nevndirnar í Føroya Tele og Net fóru undir at gera eina frágreiðing, sum skuldi lýsa møguleikan fyri eina uppaftur størri sundurskiljing av Føroya Tele samtakinum. Frágreiðingin skuldi eisini lýsa ávirkanina av hesum mótvegis kundum, kappingarneytum, samtakinum sjálvum og mótvegis týdningarmiklu menningini av føroyska samskiftisnetinum.

Tá skrivaði eg sjálvur sum búskaparfrøðingur greiningar av støðuni við tilmælum um heldur at einskilja enn at sundurskilja samskiftisfelagið enn meira. Tí var tað eisini við fakligum forvitni eg fór undir at lesa umbidnu frágreiðingina hjá donsku búskaparfrøðingunum frá Copenhagen Economics, sum hava skrivað hana saman við føroyska løgfrøðinginum Magnus S. Petersen. Frágreiðingin fyllir slakar 100 síður.

Eftirmetingarbólkur góðskutryggjar frágreiðing

Fyri at góðskutryggja greiningararbeiðið hava nevndarformennirnir í Føroya Tele og Net eisini sett ein eftirmetingarbólk við føroyskum serfrøðingum at eftirmeta frágreiðingina. Frágreiðing, eftirmeting og svar til eftirmetingina frá donsku búskaparfrøðingunum er tøk á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, sum nú skal viðgera málið í politsku skipanini.

Limir í eftirmetingarbólkinum eru Árni Jakobsen, verkfrøðingur og stjóri í SMJ, Annfinn V. Hansen, advokatur, og Klaus Rasmussen, grannskoðari og fíggjarligur ráðgevi. Hetta eru alt serfrøðingar á hvør sínum øki við drúgvum royndum.

Eftirmetingin fyllir eini 10 síður, men serfrøðingarnir fara víða um í viðgerðini av frágreiðingini.

Eftirmetingarbólkurin finst hvassliga at greiningini

Hóast eftirmetingarbólkurin er høviskur í síni eftirmeting, tá teir staðfesta, at “greiningin sum heild er nøktandi”, so eru ítøkiligu fakligu atfinningarnar ímóti frágreiðingini so álvarsligar, at frágreiðingin má sigast vera dumpa. Eftirmetingin tekur soleiðis saman um atfinningarnar: “Viðvíkjandi svarinum til, hvussu sundurskiljingarmodellini ávirka kundatænastur, kappingarneytar, Føroya Tele samtakið og menningina í føroyskum fjarsamskifti, høvdu vit tó viljað, at greiningin umfataði eina neyvari og ítøkiligari gjøgnumgongd.”

Atfinningarnar pilka við grundarlagið undir niðurstøðunum

Ítøkiligu atfinningarnar hjá eftirmetingarbólkinum av frágreiðingini hjá Copenhagen Economics eru fylgjandi:

  1. Vit halda ikki, at tað er nóg væl lýst, hvørjar fortreytir skulu vera loknar til tess at tryggja fría og javna kapping á einum marknaði, har eitt alment felag kappast við privat felag/feløg.
  2. Vit halda, at greiningin hevði verið greiðari og betur undirbygd, um hon hevði rúmað eina týðiligari og reglufastari avmarking av teimum eygleiddu marknaðunum.
  3. Vit halda, at tað manglar greið støðutakan til skerjing millum virksemisøkini hjá Føroya Tele.
  4. Vit halda, at í teimum førum, tá ið greiningin viðger virðisseting av sundurskildum virksemi, verður tað gjørt úr skeivum sjónarhorni og óneyðuga neyvt, og ein tykist vera bundin at útgangsstøði í núverandi støðu. Ein tykist eisini vera bundin at tí fatan, at undirstøðukervið skal skiljast frá Føroya Tele í førum, tá ið tað tykist natúrligari, at smásøluparturin verður skildur frá.
  5. Vit halda, at greiningin, tá ið hon viðger samvirkanarárin og fíggingarútreiðslur, bara sær støðuna út frá eini meting av missi/vinningi og ikki í nóg stóran mun setir tað í samanhang við eina støðu, har ið endamálið er jøvn kapping millum eitt alment felag og privat felag/feløg. Har er heldur ikki umrøða av møguligum fyrimunum av framhaldandi sundurskiljing.
  6. Vit halda, at í greiningini vantar umrøða av teimum møguligu KT-trupulleikum, sum høvdu fylgt einari sundurskiljing.
  7. Vit halda, at viðgerðin av, hvørjar avleiðingar standast av eini sundurskiljing fyri samtakið Føroya Tele, og hvussu tað fer at ávirka menningina av fjarskiftisnetinum í Føroyum, er ov grunn.
  8. Arbeiðssetningin fyri umbidnu frágreiðingina var júst at lýsa, hvussu ein møgulig framhaldandi sundurskiljing av Føroya Tele samtakinum kann tryggja fult gjøgnumskygni, javna kapping og framhaldandi menning. Og her mugu føroysku serfrøðingarnir sigast at dumpa donsku búskaparfrøðingarnar, tá her eru so álvarsamir manglar, at grundarlagið undir niðurstøðunum rillar.

Búskaparfrøðingarnir geva eftirmetingarbólkinum rætt

Í svari sínum til eftirmetingina geva serfrøðingarnir handan frágreiðingina hjá Copenhagen Economics í fleiri førum eftirmetingarbólkinum rætt, har teir tó bera seg undan at koma við nøkrum betri boði enn eftirmetingarbólkurin leggur fram. Sostatt er eftirmetingin kanska meira verd enn sjálv frágreiðingin. Í øllum førum má tað kennast ørkymlandi fyri Una Rasmussen, fíggjarmálaráðharra, at standa við eini frágreiðing, sum longu upp á forhond er dumpa av viðkomandi serfrøðingum.

Brúkarin má ikki vera við sviði soð

Í míni egnu greining frá juli 2020 staðfesti eg, at fyri fjarskiftisbrúkaran eru tænastudygdin, tøkniligi framburðurin og prísurin avgerandi, ikki løgfrøðiligar eindir. Tí er tað meira umráðandi fyri brúkaran – og skattaborgaran – at Føroya Tele verður einskilt, ikki sundurskilt. Hetta hevur verið gongdin í øllum øðrum londum í vesturheiminum uttan í Føroyum og Grønlandi, har politiski mynduleikin enn tvíheldur alment eigaraskap av fyrrverandi monopolunum, sum nú eru modernaðar fyritøkur, sum hava virksemi bæði á heimamarknaðinum og uttanfyri landoddarnar.

Tænastudygdin og tøkniligi framburðurin eru so samanvovin í samskiftisgeiranum, at kappingarførir prísir mugu tryggjast við neyvum eftirlitið óansæð.

Veruligur vandi er fyri, at Føroya Tele og fjarskiftisvinnan aftur gerst politiskt kastibløka, eins og hon eisini bleiv tað í samgonguni undan hesari. Tað vil ikki vera til fyrimuns fyri brúkaran. Slett ikki nú, tá føroyska fjarskiftisvinnan stendur á gáttini til eitt nýtt tøkniligt kapittul við nýggjastu 5G tøknini, nútímans fipurneti til øll húsarhald og enn betri tøkniligan motorveg út í heim.

Samfelagsbúskaparligu hyggjuráðini fyri at tryggja framhaldandi menning av fjarskiftisvinnuni eru tí at fylgja rákinum í øllum vesturheiminum og taka næsta upplagda stigið á leiðini og einskilja Føroya Tele samtakið saman við netinum.