Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt demokrati ?.

Oliver Joensen

Nú skal demokratiið fáast aftur at rigga í Føroyum, hoyrist upp í saman úr tinginum, nú kæra oman á kæru um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin verður dungað inn á borðið hjá løgtinsins umboðsmanni. So er tað ein landsstýrismann,kærast skal um og í næstu løtu løgmann, so kanska báðar, ella onkran annan í samgonguni.

Nú skal skil fáast á føroyskan politik og álitið á skipanina rættast upp aftur. Í strembanini varð fyrst ein roynd gjørd at seta misálit á landsins leiðara. Hon miseydnaðist, løgtingið feldi uppskotið og gav sostatt løgmanni váttan um álit. Neyðugt var tí at leggja á annan bógv, og leikluturin hjá løgmanni skal nú kannast, men líkt er til, at málið dregur út. Andstøðan, er ikki nøgd við kanningarstjóran, ið løgtingsumsitingin hevur víst formanninum á, men ynskir ein annan. Neyvan fer nakað at henda, sigur veljarin, ristir við høvdinum og smírist.

Føroyingar hava ringar royndir av, at tingið roynir at fáa demokrati at rigga. Vallógin varð broytt fyri 6 árum síðani. Vit høvdu tá ein løgmann, sum søkti íblástur í útheiminum. Hann var t.d. í India við eini stórari delegatión fyri at finna hugskot til vøkstur og at knýta handilssambond.

Flestu minnast myndina, tá hann kom heimaftur av ferð í Alandi. Aftan á drúgva djúphugsan kunngjørdi hann almenninginum, at tankin um Føroyar sum eitt valdømið kanska var eitt gott hugskot. Grundgevingfingu vit hvørki tá ella seinni, og tunnligt var við argumentum út yvir, at nú var koyrandi í næstan øllum landinum og at fleiri kvinnur so blivu valdar. Skjótt varð borið at, og sjálvt um mótstøðan var stór frá gomlu valdømunum, so varð vallógin, sjálvandi við góðari hjálp frá høvuðsstaðarpressuni, broytt – uttan fólkaatkvøðu ella nakað annað himpr.

Aftaná gjørdist greitt, at hetta var eitt regulert mistak. Fyrrverandi løgmaður var ein tann fyrsti til alment at ásanna vónbrotið. Men annar gjørdi hann als einki,uttan at teir settu onkrar hissini bólkar, ið kanska skuldu koma við uppskoti til antin at fara aftur til tey 7 valdømini ella koma við nýggjumog rættvísari uppskoti til vallógina. Løgtingsmenn, eisini í andstøðu, mannaðu bólkarnar saman við onkrum floksformanni, og onkur kendur floksformaður kom eisini tá við áhugaverdum lyftum um broyting. Alt var bara heit luft. Einki hendi, og málið bara tagt burtur.

Broytingin til eitt valdømi ger seg framvegis inn á demokratiið. Fólk í lokaløkjum úti um landið melda pass, hava ongan áhuga í politikki. Álitið er farið. Tað hevur gingið út yvir ávísar flokkar. Lyftini vóru bert glantrileikur, og leikararnir bara sjálvsøknir politikarar. Hetta kenna føroyingar nú alt ov væl.

Trupulleikarnir við vallógini eru framvegis ikki loystir. Óhepna handfaringin av vallógini er orsøk til, at 30 % av veljarunum ikki vita, hvar krossurin skal setast til næsta val. Útlit eru ikki til, at mistakið verður rættað, tí politiski viljin sýnist ikki at vera til staðar at bøta um demokratisk rættindi hjá øllum føroyingum. Í staðin royna politikarar støðugt at flyta fokus. Tað var bara enn ein glantrileikur.

Harleyfacadeacryl