Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Forvitnislig bókaframløga á Skúlatrøð í dag kl. 17.00

Norðlýsið

Týsdagin 12.des. kl. 17.00 verður bókaframløga á Skúlatrøð.

Tá verður bókin Innistova Trøllanes løgd fram. Malan Jóhanna Østerø hevur skrivað um barnaheimið í Innistovu á Trøllanesi. Hon minnist fleiri ættarlið og sigur í bókini frá um lívið á einum av smáplássunum í Føroyum.

Bókin er bæði ein persónlig frásøgn um familjuna og ein siðsøgulig lýsing av arbeiðslívi og spæli hvønn mánaða í árinum.

Til ber at ogna sær bókina fyri 225 kr á framløgudegnum og fyri 269 kr í handlunum.

Øll eru vælkomin

Harleywoodpaint