Føstulávintstiltak í Fimleikarhallunum á Skúlatrøð í Klaksvík, leygardagin 18 Februar
Eins og seinastu mongu árini skipar Klaksvíkar Hornorkestur fyri føstulávintstiltakið í Klaksvík. Tiltakið verður leygardagin 18 februar kl. 14.00. Dyrnar lata upp kl. 13.45.
Vanliga hevur tiltakið verið í KÍ høllini ella Badmintonhøllini men hetta var ikki møguligt í ár, tíverri. Í ár verður tiltakið í Fimleikarahallunum á Skúltrøð.
Á skránni er tunnusláttur, mat og køkutombola. Kattakongarnir fáa virðisløn, og øll børn fáa góðgætið.
Atgongumerki kosta sum vanligt einans 20,00 kr, og fáast við dyrnar frá kl. 13.45
Vónandi verða flestu børnini grýluklødd til tiltakið.
Møtið fjølment !!
Klaksvíkar Hornorkestur



