Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føstulávintstiltak í KÍ høllini, leygardagin 01 mars Kl.14.00.

Jóhann Lützen

Eins og seinastu mongu árini skipar Klaksvíkar Hornorkestur fyri føstulávintstiltakið í Klaksvík. Tiltakið verður leygardagin 1. mars kl. 14.00. Dyrnar lata upp kl. 13.45.

 

Í ár verður tiltakið í KÍ høllini. Inngongd vð Bøgøtu.

Á skránni er tunnusláttur, mat og køkutombola og lutaseðlasøla. Kattakongarnir fáa virðisløn, og øll børn fáa góðgætið.

Atgongumerki kosta sum vanligt einans 20,00 kr, og fáast við dyrnar frá kl. 13.45

Minnist til at hava reiðan pening við

Vónandi verða flestu børnini grýluklødd til tiltakið.

Møtið fjølment !!

Klaksvíkar Hornorkestur