Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fótbóltsblusur á uppboðssølu

Jóhann Lützen

Í samband við Opið Hús hjá Reyða Krossi, tann 29. oktobur, hava steypafinalistarnir hjá monnum, KÍ og Víkingur, latið eina fótbóltsblusu hvør – báðar við undirskrift frá øllum steypafinalu leikarunum.

 

Fótbóltsblusurnar eru settar á uppboðsølu á Rótikassanum 24/7 á Facebook og møguleiki verður at bjóða fram til kl 13.00, 28. oktobur. Peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Uppboðsølan verður fyriskipað í samband við, at Reyði Krossur hevur Opið Hús í Stiðjagøtu 6, Tórshavn, tann 29. oktobur – sama dag sum steypafinalan! Tiltakið er frá kl. 11.00 – 17.00, so fótbóltsfjepparar náa eisini til eina hugnaliga og læruríka løtu hjá Reyða Krossi áðrenn dystin.