Tað er gott veður – og soleiðis er eisini í kvøld, tá ið dystur verður á Skála.
Eitt hatrýst hevur lag seg yvir oyggjarnar. Seinnapartin hevur malið úr ymsum ættum – og tá er lítil og eingin vindur.
Ikki so nógv annað at siga um veðrið á hesum sinni.
Tá ið dystur er í kvøld á Mýruhjalla á Skála, fer eitt lítið lot – undir 3 m/s – at mala úr ymsum ættum. Tað er klárt veður við sólglottum.
Hitin fer at liggja um 10 stig.
Góðan dyst og koyr á KÍ!!



