Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá KÍ til ÍF

Jákup Ósá

Royndur verjuleikari, sum í 2019 spældi við vinnarunum av 1.deild hjá KÍ, verður nú aftur at síggja í Betri Deildini.

 

ÍF skrivar soleiðis:

Jens Joensen hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020.

30-ára gamli verjuskansin úr Runavík hevur frá 2008 til 2018 spælt 214 dystir og skotið 13 mál í Betrideildini fyri NSÍ.

Jens var við til at vinna løgmanssteypið við NSÍ í 2017, og í 2018 varð hann valdur til ársins leikara í felagnum.

Vit vilja við hesum ynskja Jens hjartaliga vælkomnum til felagið, og ynskja honum og liðnum alt tað besta.