Kristian Joensen og Rói Danielsen hava gjørt avtalu við føroysk feløg í dag.
Kristian Joensen og Rói Danielsen hava gjørt avtalu við føroysk feløg í dag.
Serliga merkisvert er, at málverjin Kristian Joensen flytur til 07Vestur í næstbestu deildini. Hann hevur seinast spælt við Lyngby í næstbestu donsku deildini. Sostatt vera tveir av bestu føroysku málverjunum – Kristian Joensen í 07Vestur og Símun Rógvi Hansen í B71 – sum eisini báðir hava verið kring landsliðshópin fyrr, at síggja í næstbestu deildini. Tað er heimasíðan hjá 07Vestur, sum boðar frá hesum.
Heimasíðan hjá AB skrivar, at Rói Danielsen um stutta tíð verður partur av AB hópinum. Rói hevur áður verið í A-landsliðshópinum.
Thomas Juul Thomsen frá FC-Argjum er glaður um at Rói verður aftur at síggja á Argjum. – Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Rói er jú argjamaður og hevur spælt við AB í nógv ár, so tað verður gott at fáa hann heim aftur at styrkja um hópin hjá okkum”, sigur Thomas Juul við AB heimasíðuna.




