ÍF hevur kunngjørt nýggjan leikara.
ÍF skrivar:
Ársins jólagáva til allar ÍF fjepparar er, at vit í kvøld kunnu almannakunngera, at Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við okkum.
Bogi hevur verið ein profilur á miðvøllinum hjá ljósabláu grannunum hinumegin Varmakeldu í hálvtannað ár.
Tað er við stórari gleði at vit takka jólamanninum fyri Boga!
Vælafturkomin, Bogi, og gleðilig jól, øll somul!


