Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fráfaringarhald fyri Linjon Jacobsen, lærara á TSK

Oliver Joensen

Í dag var samkoma fyri timburlæraranum, Linjon Jacobsen, á Tekniska Skúla.

Rúni Heinesen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin. Í stuttum greiddi hann frá, at Linjon byrjaði í starvinum fyri góðum 40 árum síðan. Bæði millum næmingar, lærlingar og í byggivinnuni hevur Linjon hesi mongu árini verið eitt kent andlit.

Hann hevur upplivað starvið í tíðini, tá bert lærlingar vóru á skúlanum, kreppuna eftir áttatiárini og í uppgongutíðini, har skúlin er vaksin og vorðin meira fjølbroyttur.

Eyðkennini fyri Linjon er, at hann er greiður, røkin, nærlagdur og altíð fúsur at taka við nýggjum avbjóðingum. M.a. var hann í 90´unum KT-lærari og skeiðslærari innan KT.  

Vinir og kenningar vænta ikki Linjon kemur at keða seg, nú hann byrjar upp á pensionistatilveruna.

Harleyfacadeacryl