Tó at Christianskirkjan var meir ein fullsett til sálmasangshugna, so møtti væl av fólki upp til serstaku konsertina hjá Ernst Sondum Dalsgarð, sang og Søren Johannesen, sum spældi undir á flygel.
Høvuðsverkið á skránni var ”Fólk í huganum” eftir Christian Matras – Christian á Brekkumørk, sum Pauli í Sandagerði hevði smíðað lagið til.
Verkið ella langa yrkingin við hópin av frásøgubrotum er, sum Pauli í Sandagerði sigur um yrkingarøðina – Eitt megnarverk av alstórum søguligum og mentanarligum týdningi
Duoin, Ernst og Søren vóru væl samanspældir og bóru teir hetta serstaka og til tíðir torføra tónleikaverkið hjá Pauli í Sandagerði sera væl.
Ernst er ein sannførandi, ljósur tenorur, sum eisini hevur eitt vítt spenni í røddini. Hann er tíðiligur í framburðinum, er sókin og kønur í dynamikkinum eisini.
Fólk í huganum var eitt áhugavert nýbrot og gott er samspælið millum yrkjaran og lagasmiðin í so máta – tó at teir er frá hvør síni tíð.
Christian dugdi so væl at lýsa løtur, arbeiði, tað staðkenda, land og fólk , eins og kenslur og gerandisdagin annars við fáum vælvaldum orðum.
Tí var hetta ein stuttlig samanrenning við eitt nýtíðar tónaskald, sum kanska ikki hevur ein so siðbundnan stíl.
Teir sungu og spældu eisini fleiri onnur kend løg, so sum ”My Lord, what a morning”, perluna ”Vaknaður vársins songur”, ”Útlegd”, ”Der Musensohn”, ”Erlkønig” – hesir báðir síðstu av Goethe og Franz Schubert.
Teir vóru so væl fagnaðir av nøgdu fjøldini, at teir máttu finna eitt eykalag úr skjáttuni.
Jú, sanniliga vísti Ernst enn einaferð sínar dygdir, og varð hann væl borin av frálíka undirspælinum hjá danska organistinum, Søren Johannesen, sum hevur verið nógv í Føroyum og spælt – eins og hann er væl kendur her!
























