Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Frálík konsert við Suð, Silvitni og Fljóðljóð í Varpinum.

Tekst og myndir: Dávur Winther

Stuttligt enn einaferð at royna fullsetta Varpið við eini frálíkari – ja, eina framúr konsert við trimum kvinnukórum.

Tær dugdu so væl at brúka hølið, og hølið svaraði teimum so væl aftur. Hølið bar so væl ljóðið at tú sum áhoyrari, næstan hvar tú sat, fekk eitt fantastiskt ljóð endurgivið.

Onkur hevur kallað Vapið fyri ”Lítla Harpan”. Sum kunnugt hevur sami arkitektur, Ósbjørn Jacobsen tekna Harpuna í Íslandi og Varpið í Klaksvík. Men samspælið millum gamla bygning, posthúsið og nýggju hølluna er so einastandandi, sum ger húsið so fleksibult og nýtiligt á so mangan hátt. Men eyðkennið ”Lítla Harpan” endurgevur eisini ljóðgóðsluna í høllini, sum man vera ein tann besta í Føroyum.

Ábitið og kaffimunnurin riggaði so væl í hjáhølunum, samstundis sum høllin vísti seg rættiliga í sínum veldi og síni dygd!

Tað er gott fyri sál og lund at sita í hesi fantastisku høll, sum ber so undurfagurt tónan frá hesum fantastisku kórunum, Suð, Silvitni og Fljóðljóð.

Haldið fram á hesi leið og bjóði t.d. Fuglafjarðar Gentukóri við eina aðra ferð.

Tá ið tit sungu saman bar krúnan av verkinum – tað var framúr.

Takk fyri eina frálíka uppliving í einum útseldum Varpi! Ein fantastisk uppliving, sum ger so gott!

Harleywoodpaint