Sunnudagin 10.Juli fara 4 íðkarar, umboðandi Føroyar, niður til Fredriksberg í Keypmannahavn at kappast í FrameRunning. Hesir 4 eru: Martin Johannessen, John Heri Johansen, Ábraham Bjarnason, og Levi Hanusarson.
Sjálv kappingin verður sett mikudagin 13.Juli, og í døgunum 14-16.Juli verður kappast.
Hetta er fyrstu ferð at Parasport Føroyar hevur heili 4 íðkarar við til kappingina, og ferðalagið telur 11 fólk viđ stuðlum, venjara og liðleiðara.





