Vit hava ikki fingið úrslitini frá øllum bátunum í dag, Men Brandur hevur avreitt 10.600 pund harav 6.200 pund vóru toskur á 48 stampum, tað er tað mesta, sum Brandur hevur sett yvirhøvur í ár. Janus Sørensen, skipari á Brandi sigur, at steymurin verður harður fyrst í komandi viku, og tí skal vera gott veður, um teir loysa aftur sunnukvøldið.
Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at teir hava landað um 9.500 pund í dag harav knapt 7.000 eru toskur. Vit hava onga gággu brúkt, bara handilsagn, ella nærri høgguslokk, men tað hevur hildnast stak væl, tó hevði gággan helst verið betur til toskin.
Síðani hevði Stakkavík, so vítt vit hava frægt, 6.000 pund. Hjá teimum plagar stórur partur at vera toskur, tí teir hava lagt seg eftir fyrst og fremst at fiska tosk.
Skurðaklettur hevur eisini avreitt í dag, og so vítt okkum kunnugt høvdu teir 6.500 pund.





