Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framleiðsluleiðari til Fiskaaling

Lýsing


Vit sóknast eftir dugnaligum framleiðsluleiðara, ið hevur áræði og framfýsni at vera við til at menna Fiskaaling á leiðini móti spennandi møguleikum.


Fiskaaling er alment partafelag við fremsta endamáli at virka fyri burðardyggari menning av føroysku alivinnuni. Virksemi felagsins er fjøltáttað. Vit framleiða rogn og yngul til vinnuna, fremja vinnuvenda gransking og veita vinnuni tænastur.


Arbeiðsuppgávur

Tú kemur at standa fyri framleiðsluni av rognum og yngli á Fiskaaling. Kjarnan í framleiðsluni er lív og lívfrøði saman við tøknini, ið hýsir lívinum. Tú leiðir starvsfólkini í framleiðsluni. Tey eru við Áir og í Skopun – á leið 15 fólk. Upplæring, starvsfólkarøkt og samskipan av uppgávum millum fólk fyllir nógv.


Tað sum annars fyllir nógv í rakstrinum er:

· At gera framleiðsluætlanir og fíggjarstýring, ið er knýtt at hesum.

· Kundarøkt.

· At samskipa krøvini hjá framleiðsluni við góðskukrøvini hjá Fiskaaling yvirhøvur.

· Samskipan við hinar grundarsteinarnar í felagnum; tænastu, gransking og innanhýsis tænastu.

· Skráseting og fráboðan í mun til lógar- og góðskukrøv.


Førleikar:

· Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki.

· Hegni til og áhuga fyri leiðslu, upplæring og samskipan.

· Áhuga fyri lívfrøði.

· Áhuga fyri tekniskum skipanum og KT hentleikum.

· Dugur og/ella áhuga fyri at brúka tøl at lýsa og halda skil á framleiðsluni.

· Virðing fyri at virkistilgongdirnar skulu vera væl skjalfestar í mannagongd.


Løn og setanartreytir sambært avtalu.


Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at finna á heimasíðu okkarawww.fiskaaling.fo

Umsóknir skulu sendast til fiskaaling@fiskaaling.fo, og vera Fiskaaling í hendi mánadagin,hin 8. 12 2014.

Spurningar um starvið kunnu setast Kristiani Petersen stjóra, á tel. 774747, mail kristian@fiskaaling.fo ella til høvuðsskrivstovuna á 474747

Fiskaaling P/f – við Áir – FO-430 Hvalvík – Faroe Islands
www.fiskaaling.fo – fiskaaling@fiskaaling.fo – Tel.: +298 474747 – Fax: +298 474748